Rás2 ger aftur nógv burturúr fótbóltinum í bestu fótbóltsdeildini sunnudagin.
Klokkan 14 endurhoyra vit "fótbóltspanelið", har Gunnar Haraldsen og Teitur Joensen mettu um dystirnar í 6. umfari, sum verður sunnudagin. Klokkan 14.47 verður sent beinleiðis.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum: NSÍ-Víkingur í Runavík, og HB-AB í Havn. Fylgt verður við gongdini, og kunnað verður frá hinum dystunum javnt og samt, sum eru KÍ-B36, Skála-B68 og TB-ÍF.
Aftaná dystarlok práta Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge við umboð fyri HB, AB, NSÍ og Víking. Í sendingini "Triði Hálvleikur" verður prátað við umboð fyri hini liðini, sum hava verið í leiki.
Til ber at hoyra allan fótbóltsdekningin á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9, og á FM 98,7.