Siga frá nógvum lívi í sjónum

Onkur skip hava gjørt góðar túrar, meðan onnur hava drigið svart. Tó verður sagt frá nógvum lívi í sjónum

FISKIVEIÐA

Onkur vil kanska siga, at hetta hevur verið eitt undarligt heyst.
Einstøk pør hava gjørt hampiliga góðar túrar, meðan onnur næstan hava drigið svart. Og viðhvørt eru tey skip, sum gjørdu góðan túr, á túrinum eftir komin innaftur við rættiliga lítlari veiði.
Menn, sum fiska úti á feltinum siga annars frá nógvum lívi í sjónum nú í heyst, men ivasamt er, um hetta er hvítingsbróður ella makrelur, sum framvegis reikar í føroyskum sjógvi.
Nógvir høvdu vónað, at upsaveiðan av álvara fór at taka seg uppaftur, nú heystið er komið, men í løtuni eru eingir munandi batar at hóma.
Sum tíðin gongur, fer tað eisini at vísa seg, um upsaveiðan veruliga er minkað so nógv, sum illgruni er um – ella, um fiskiskapurin fer at taka seg uppaftur, tá veturin nærkast.

Góðir upsaprísir
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Soleiðis plaga vit at taka til.
Nú útboðið av upsa er vorðið minni, fáa fiskimenn og reiðarar sum heild væl meiri fyri fiskin.
Virkisleiðari segði við Sosialin í síðstu viku, at høvdu teir fingið 200 tons av upsa fyri 9 krónur fyri kilo – so høvdu teir keypt.
- Men tað fæst bara ikki fatur á nøkrum serligum nøgdum av upsa í løtuni, segði hann við Sosialin.