Siga frá Montenegro-Føroyar

Dysturin millum Montenegro og Føroyar byrjar klokkan 16.30. Sendingin byrjar klokkan 16.15

FM1 sigur frá báðum EM-undankappingardystunum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, ið verða spældir hesa vikuna

 

Føroyar spæla á útivølli ímóti Montenegro í Podgorica í dag klokkan 16.30, og á tí sum skal eitast at verða heimavøllur okkara í Skjern í Danmark ímóti Danmark leygardagin klokkan 15.10.

 

Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá báðum landsdystunum á FM1. Viðmerkjari til útidystin í Montenegro verður Gunnar Djurhuus.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Dystirnir verða samsendir við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.