Í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti er hørð millum Mjølnir, KÍF, Dráttur og TB um hvør av teimum skal vinna seg í FM-finaluna har Fleyr, sum er greitt á odda í meistaradeildini verður hitt liðið.
Í kvøld klokkan 19.30 spæla nummar tvey, Mjølnir og nummar trý, KÍF ein sera týðandi dyst í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Til ber eisini at lurta á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo seinni í kvøld.
Støðan | Dystir | Sett | |||||||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
Fleyr | 9 | 8 | 0 | 1 | 0 | 24 | 5 | 19 | 24 |
Mjølnir | 8 | 4 | 1 | 3 | 0 | 16 | 12 | 4 | 14 |
KÍF | 7 | 3 | 1 | 3 | 0 | 12 | 12 | 0 | 11 |
Dráttur | 9 | 3 | 0 | 5 | 1 | 13 | 18 | -5 | 10 |
TB | 8 | 3 | 0 | 5 | 0 | 10 | 16 | -6 | 9 |
SÍ | 9 | 1 | 1 | 5 | 2 | 11 | 23 | -12 | 7 |