Siga frá øllum fýra steypahálvfinalunum í flogbólti

Byrjað verður at senda klokkan 12. Frásøgumenn verða Hilmar Jan Hansen og Óli G. Samuelsen

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum og monnum í flogbólti verða leiktar í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin.

 

 

Leikt verður soleiðis:

 

 

Klokkan 13.00 (M) Mjølnir - SÍ
Klokkan 15.00 (K) SÍ - KÍF
Klokkan 17.00 (M) Fleyr - ÍF
Klokkan 19.00 (K) Fleyr - Mjølnir

 

 

Flogbóltsfrásøgumennirnir hjá FM1, Hilmar Jan Hansen og Óli G. Samuelsen fara at siga beinleiðis frá tveimum hálvfinalum í part. Helmað verður ikki í á FM1 fyrrenn tann seinasti bólturin í tí seinasta dystinum er sligin í gólvið. Byrjað verður at senda klokkan 12, tá Óli G. Samuelsen hevur upptakt við gestum og viðmerkjarum í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

Samrøður við umboð fyri Mjølnir, SÍ, Fleyr, ÍF og KÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

 

 

Steypafinalurnar verða leiktar í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 2. mars. FM1 sigur sjálvandi eisini beinleiðis frá á finaludegnum.