Siga frá Kyndil-VÍF - báðar dystirnar

Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og dysturin í Okkara-deildini byrjar klokkan 16. Sjúrður H. Hoydal verður frásøgumaður

Sunnudagin sigur FM1 frá tveimum hondbóltsdystum, ið báðir eru millum Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi í Havn.

 

Klokkan 14 byrjar dysturin í SMS-deildini millum Kyndil og VÍF. Dysturin í Okkara-deildini byrjar klokkan 16.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Vestmenningar kunnu lurta við á STAÐIÐ FM 101.

 

Ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystirnir eru lidnir.