Siga frá Kyndil-H71 og KÍF-Neistin í kvøld

Fyrru hálvfinalurnar hjá monnum í Faxe Kondi steypakappingini byrja klokkan 20. FM1 sigur frá báðum dystunum

Í kvøld klokkan 20 verða fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum leiktar.

 

Í Kollafirði tekur KÍF ímóti Neistanum, og í høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil ímóti H71.

 

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá hesum báðum dystunum á FM1.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Samrøður við umboð fyri Kyndil, H71, KÍF og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.