Siga frá KÍ-B36 og HB-07 Vestur seinnapartin

Dysturin millum KÍ og B36 byrjar klokkan 15, og dysturin millum HB og 07 Vestur byrjar klokkan 15.15

Rás2 spennir seg aftur út við betrideildarfótbólti í dag.

 

Klokkan 13 verður fótbóltspanelið við Tróndi Arge og Teiti Joensen endursent. Klokkan 14 skipar Petur Asbjørn Lervig fyri upptakt, har vit frætta hvørjir byrja inni í teimum fimm ymisku betrideildardystunum hjá monnum.

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá dystunum: KÍ ímóti B36 á norðoyastevnu í Klaksvík, ið byrjar klokkan 15, og HB ímóti 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn, ið byrjar klokkan 15.15. Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í dystunum NSÍ-AB og Skála-EB/Streymur sum byrja klokkan 15, og Suðringar-Víkingur sum byrjar klokkan 14.30.

 

Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur", har prátað verður við umboð fyri øll 10 betrideildarliðini.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystirnir eru spældir.