Í kvøld verða tríggir dystir leiktir í Betrideildini.
Klokkan 17 tekur oddaliðið HB móti NSÍ á Tórsvølli. HB er á odda við 64 stigum og NSÍ er nummar tvey við 56 stigum.
Klokkan 18 tekur Vìkingur móti KÍ, ið er nummar trý við 55 stigum.
Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá hesum báðum dystunum á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá hesum báðum dystunum, og frá dystinum sum byrjar klokkan 20 við Djúpumýru norðuri í Klaksvík. Tann dysturin verður millum ÍF og B36. Manglandi ljósviðurskiftini í Fuglafirði er orsøkin til, at dysturin verður spældur í Klaksvík.
Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.