Lagt er upp til ein spennandi dyst millum nummar eitt og tvey í SMS-deildini í kvøld.
Oddaliðið, VÍF við 13 stigum vitjar H71, ið er nummar tvey við 12 stigum. Dysturin verður leiktur í Hoyvíkshøllini og byrjar klokkan 18.30 í kvøld.
VÍF hevur nakað at hevna, tí tá liðini møttust í Vestmanna 7. oktober vann H71 29-27.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá oddadystinum millum H71 og VÍF á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.25.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri bæði liðini koma út á in.fo aftaná dystarlok.