Bert tvey umfør eru eftir í grundspælinum í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti, og spenningur er um tað verður Mjølnir ella Fleyr, ið møtir ÍF í FM-finaluni.
ÍF er á odda við 34 stigum. Mjølnir hevur 28 stig meðan Fleyr hevur 23 stig. Aftast er SÍ við átta stigum.
Í morgin klokkan 17 byrjar dysturin millum SÍ og Fleyr vesturi í Sørvági. Vinnur Fleyr 3-0 ella 3-1 kunnu teir hála væl inn á Mjølnir á stigatalvuni.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum dystunum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri liðini kemur út á in.fo tá dysturin eru spældur.










