Siga frá flogbólti leygardagin og hondbólti sunnudagin

Leygardagin klokkan 13 verður sagt frá Fleyr-Mjølnir, kvinnur. Sunnudagin klokkan 16 verður sagt frá Neistin-KÍF, menn

Hetta vikuskiftið sigur Rás2 aftur beinleiðis frá bæði flogbólti og hondbólti.

 

Sum vanligt kunnu øll lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Leygardagin klokkan 13 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum í steypakappingini hjá kvinnum í flogbólti millum Fleyr og Mjølnir. Dysturin verður spældur í Gundadalshøllini.

 

Sunnudagin klokkan 16 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum í FTZ-deildini í hondbólti millum oddaliðið, Neistan og formliðið, KÍF. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystirnar.