Siga frá Føroyar-Montenegro og B36-NSÍ í dag

Kvinnulandsdysturin byrjar klokkan 15 og effodeildardysturin byrjar klokkan 17

Í dag verður stórur fótbóltsdagur á Rás2, har sagt verður frá bæði HM-undankappingardysti og effodeildardysti.

 

Byrjað verður at senda klokkan 14.50. Hilmar Jan Hansen fer at siga frá HM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Montenegro á Tórsvølli. Týdningarmikið er fyri føroysku kvinnurnar at vinna, so tær standa væl í tí áðrenn tær møta Turkalandi týsdagin klokkan 13.

 

Tá kvinnulandsdysturin á Tórsvølli er liðugur tekur Tróndur Arge yvir og fer at siga frá effodeildardystinum millum B36 og NSÍ, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali í Havn. Trýst er á bæði B36 og NSÍ. B36 hevur tvey stig, og NSÍ hevur eitt stig aftaná tvey umfør.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum.