Siga frá fýra hálvfinalum í dag

Rás2 sigur frá øllum fýra hálvfinalunum, sum verða leiktar í Faxe Kondi steypakappingini í dag.

Í dag er stórur steypahondbóltsdagur á Rás2.

 

Klokkan 15 spæla Neistakvinnur og VB seinnu hálvfinaluna í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin førir 22-17 frá fyrra dystinum suðuri í vági. Klokkan 15 eisini mennirnir hjá VÍF og H71 í Vestmanna seinnu hálvfinaluna. H71 førir 29-26 frá tí fyrra dystinum í Hoyvíkshøllini. Klokkan 19 spæla Kyndilskvinnur og VÍF seinnu hálvfinaluna í høllini á Hálsi í Havn, har Kyndil førir 30-20 frá fyrra dystinum í Vestmanna. Á Skála tekur StÍF ímóti Neistamonnum í einum dysti, sum eisini byrjar klokkan 19. Neistin er á odda 28-24 frá tí fyrra dystinum, sum var spældur í høllini á Hálsi.

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá øllum fýra dystunum á Rás2 í dag.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystarlok.