Siga frá einum mansdysti og einum kvinnudysti hetta vikuskiftið

Rás2 sigur frá H71-KÍF (menn) og VB-Stjørnan (kvinnur) í Faxe Kondi kappingini hetta vikuskiftið

Rás2 sigur frá Faxe Kondi hondbólti bæði í kvøld, og í morgin seinnapart.

 

Í kvøld klokkan 19 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum mennirnar hjá H71 og KÍF. Talan er um dyst í bólki 1.

 

Í morgin klokkan 15 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum millum kvinnurnar hjá VB og Stjørnuni. Talan er um dyst í bólki 2.

 

Í sendingunum fara vit eisini at frætta frá øðrum liðum, sum hava leikt dyst í Faxe Kondi kappingini hetta vikuskiftið. Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystirnar.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.