Siga frá B36-Víkingur og 07 Vestur-HB seinnapartin

Dysturin millum B36 og Víking byrjar klokkan 15, og dysturin millum 07 Vestur og HB byrjar klokkan 17

Rás2 spennir seg veruliga út við fótbóltsfrásagnunum hetta vikuskiftið. ì gjárakvøldið var sagt frá dystinum millum Skála og KÍ, og í dag verður sagt frá tveimum effodystum.

 

 

 

Sendingin byrjar longu klokkan 13 seinnapartin, tá sendingin SportBoxin verður endursend. 

 

 

Klokkan 15 verður Hilmar Jan Hansen staddur á ovara vølli í Gundadali har hann fer at siga frá dystinum millum B36 og Víking. Klokkan 17 verður Tróndur Arge staddur í Sørvági. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum 07 Vestur og HB, sum verður spældur á tí nýggja undirlagnum í Sørvági.

 

 

Í Rásarúminum fer Heri Simonsen at hava heimildarmenn til dystirnar, EB/Streymur-NSÍ, sum somuleiðis byrjar klokkan 15 í , og til ÍF-TB/FCS/Royn, sum byrjar klokkan 16. Leif André Eliasen verður heimildarmaður í Fuglafirði, og Rógvi Dam verður heimildarmaður í Streymnesi. 

 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

 

Eisini ber til at fylgja øllum dystunum á in.fo. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.