Stórur fótbóltsdagur er á FM1 í dag.
Klokkan 18: B36-TB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
ÍF-NSÍ
Klokkan 19: Víkingur-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
EB/Streymur-KÍ
FM1 byrjar at senda í kvøld aftaná tíðindasendingina klokkan 17. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal. Tróndur og Sjúrður fara at práta við umboð fyri B36, TB, Víking og HB tá dystirnir eru lidnir.
Í sendingini "Triði Hálvleikur" klokkan 21 verður prátað við Hans Jørgen Djurhuus (ÍF), Glenn Ståhl (NSÍ), Jákup Martin Joensen (EB/Streymur) og Mikkjal Thomassen (KÍ).
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum í kvøld.