Hósdagin, kristihimmalfaradag sigur Rás2 frá tveimum fjórðingsfinalum í kappingini um løgmanssteypið.
Tróndur Arge sigur frá dystinum millum B36 og Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn, ið byrjar klokkan 14. Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum Víking og Suðringar í Sarpugerði í Norðragøtu, ið byrjar klokkan 15.
Fjórðingsfinalan millum HB og B71 á ovara vølli í Gundadali í Havn byrjar klokkan 17, og fer in.fo at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá tí dystinum. In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá hinum báðum fjórðingsfinalunum, ið verða leiktar klokkan 14 og klokkan 15. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo gjøgnum dagin.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á Rás2 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensarnir hjá Rás2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
AB spældi seg fyrr í kvøld í hálvfinalurnar við 5-3 sigri á EB/Streymi aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.