Í morgin sigur FM1 aftur frá tveimum hondbóltsdystum. Sagt verður frá einum dysti í SMS-deildini, og sagt verður frá einum dysti í Okkara-deildini.
Frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal verður staddur í høllini í Vestmanna, og hann fer at siga frá báðum dystunum millum VÍF og Neistan.
Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 14. Undan dystinum er VÍF oddalið við 14 stigum, Neistin er nummar trý við 11 stigum.
Dysturin í Okkara-deildini byrjar klokkan 16. Undan dystinum er Neistin oddalið við 16 stigum, VÍF er nummar fýra við 13 stigum. So í báðum dystunum er talan um eina toppuppgerð.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við umboð fyri kvinnu- og mansliðini hjá VÍF og Neistanum koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.