Tann fyrsta av fýra fjórðingsfinalum í kappingini um løgmanssteypið verður leikt í kvøld.
Úti í Vika á Argjum møtast AB og EB/Streymur. Dysturin byrjar klokkan 18.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Sendingin byrjar tá tíðindasendingin á Rás2 klokkan 17 er liðug.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld.
Hósdagin sigur Rás2 frá tveimum fjórðingsfinalum. Talan verður um B36-Skála, ið byrjar klokkan 14 og Víkingur-Suðringar, ið byrjar klokkan 15.