»Men sig hvat ger tingið tú statt ei og bín, jú teir selja (vín)«.
Løgtingið kann við einari avgerð, sum Móses gamli »leiða fólkið úr hungursneyð gjøgnum oyðimørkina til lovaði landið land, sum fleyt í mjólk og hunangi«. Sagt við øðrum orðum »Frá neyð og elendigheit til gull og grønar skógir«.
Tá fiskimørkini vórðu flutt út á 200 fjórðingar í 1977, gjørdist tað neyðugt at broyta ta hugsanina, sum tá var góð. Frá at fiska meðan fiskur var, og áðrenn ein annar gjørdi tað, til eina nýggja hugsan, sum er at troyta og røkja okkara fiskastovnar soleiðis, at teir geva so nógv av sær sum møguligt hvørt ár.
Vit hava vitanina, hvussu vit gera hetta. Tað er at minka veiðutrýstið, og harvið við tíðini, fiska nógv meir. Álíkavæl hava vit 33 ár seinni ikki saðlað um.
Einaferð má ein løgtingsmeirluti fara at vakna. Tá man hevur forsovið seg í 33 ár, er tað pínadoy upp á hægstu tíð at taka seg saman.
Fleiri eru vaknaðir, millum aðrar Magni Laksáfoss. Teir royna at purra hinar út. Hvat hendur. Jú løgmaður kemur á sjónvarpsskíggjan og skírir sín seriøsa floksfelaga fyri at vera populist. Tað er ein, sum roynir at tekkjast veljarunum her og nú. Vorðið sum sjálvmál av løgmanni.
Kaj Leo vakna! Far so runt á samgonguskútuni og purra út. Koyr so teir, sum møguliga ikki vakna í land, ella fær til kei og fær so sjálvur í land.
Eg heiti á hvønn einstakan tinglim um taka hetta mál í tí álvara tað hevur uppiborðið. Setið tykkum væl inn í málið. Gerið so tað sum rættast er, ikki tað sum lættast er.