Sig frá í Suðuroy útsett

Tiltakið, sum skuldi vera í Skúladeplinum í Suðri í kvøld, týskvøldið 11. mars, er útsett til týskvøldið, 1. apríl.

Tiltakið, sum skuldi vera í Skúladeplinum í Suðri í kvøld,  týskvøldið 11. mars, er útsett til týskvøldið, 1. apríl.

 

Almannamálaráðið skipar fyri almennum fundum at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera hetta evnið.

 

Higartil hava fundir verið í Fuglafirði, á Eiði, í Vestmanna, og í Leirvík. Undirtøkan hevur verið góð – rættiliga nógv fólk hava verið á fundunum og hava eisini givið sítt íkast við viðkomandi spurningum og kjaki.

 

Á fundunum verður greitt frá um børn og harðskap.

 

Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosar um fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn. Og Mariann Reinert, SSP-politistur, sigur frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap.

 

At enda eru stundir til spurningar og kjak.

 

Týskvøldið 18. mars verður tiltakið í Norðdepli, og 1. apríl verður seinasta tiltakið á hesum sinni, og tað verður í Skúladeplinum í Suðri.