Sig frá í Eiðis skúla

Mikukvøldið 19. februar klokkan 19.30 verður fundur í miðhøllini í skúlanum á Eiði.

Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum, har kunnað verður um arbeiðið at steðga harðskapi í føroyskum familjum.

 

Serfrøðingar fara at lýsa, hvussu harðskapur skaðar okkara nærumhvørvi, og hvussu vit steðga honum best.

 

Fundirnir verða hildnir í sambandi við verkætlanina "Sig frá" og eru skipaðir soleiðis, at fyrst greiðir Elin Winther Poulsen, samskipari, frá verkætlanini, og síðani verða tríggir fyrilestrar frá serfrøðingum.

Mikukvøldið 19. februar klokkan 19.30 verður fundur í miðhøllini í skúlanum á Eiði

- Fyrilestrarnir snúgva seg um, hvussu harðskapur ávirkar børn, fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn, og um SSP-samstarvið.

 

Tey, sum standa aftan fyri tiltakið, siga, at høvið verður eisini at seta spurningar og at kjakast um hesi evni.