Tað er í annaðkvøld - hóskvøldið 27. mars klokkan 20 - at Sig frá-tiltak verður á Staðnum í Vestmanna.
Endamálið við vitjanini á Staðnum er, at tey ungu kunnu skilja, hvat harðskapur er, og hvussu vit kunnu fyribyrgja harðskapi.
Á tiltakinum verður eisini tosað um unnustuharðskap og at seta egin mørk.
Stigtakararnir vóna, at eitt gott og gevandi kjak kemur í lag, har tey ungu siga sína hugsan um harðskap, revsing og avleiðingar.