Sig frá – steðga harðskapi í parløgum og nærsambondum

Týsdagin hin 6. november - tað er í morgin - verða fráboðanarskylda, barnavernd og harðskapur á skránni á Fróðskaparsetri Føroya. Tá fáa øll 1. árs lesandi á lærara- og námsfrøði útbúgvingini innlit í heildarætlanina, Sig frá – steðga harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, greiðir frá arbeiðnum hjá Barnaverndartænastunum kring landið og fráboðanarskylduni. Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur, greiðir frá um ta stóru ábyrgd, tey lesandi sum fakfólk fara at hava, tá tey møta børnum, sum eru fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi.

Elin Winther Poulsen, Sig frá-samskipari, fer at greiða teimum lesandi frá heildarætlanini.

- Vit vilja fegin, at okkara lesandi gerast tilvitað um teirra stóra leiklut sum lærarar og námsfrøðingar, tá tey møta børnum í vanda, sigur Paulina Poulsen, undirvísari og lestrarvegleiðari á Námsvísindadeildini á Setrinum, sum saman við Firouzi Gaini stendur fyri skeiði í barna- og ungdómsmentan.

Skeiðið snýr seg um grundleggjandi vitan um børn og ung, ymiskar fatanir av børnum og ungum, barndómi og ungdómi, barna- og ungdóms mentanir, gransking innan øki og børn sum samfelagsborgarar.

Í sambandi við hetta skeiðið fáa tey lesandi hvør sítt eintak av bókini “...sig frá...”, sum Margrete Wiede Aasland hevur skrivað og sum Rigmor N Arge, sálarfrøðingur, týddi til føroyskt.

Bókin er ætlað fakfólki í skúla-, heilsu- og almannaverki, umframt lesandi í hesum fakum. Hon verður nú eisini partur av pensum hjá komandi námsfrøðingum og lærarum.