Sig frá á Eiði

Aftur í ár skipar Al­manna­málaráðið fyri almennum fund­um, har kunnað verð­ur um arbeiðið at steðga harðskapi í før­oysk­um familjum. Fund­ir­nir verða hildnir í sam­bandi við verk­ætlan­ina "Sig frá" og eru skipaðir soleiðis, at fyrst greiðir Elin Winther Poulsen, sam­skipari, frá verk­ætlan­ini, og síðani verða tríggir fyrilestrar frá serfrøðingum.
Mikukvøldið 19. febru­ar klokkan 19.30 verð­u­r fundur í mið­høll­ini í skúlanum á Eiði.
Tey, sum standa aft­an fyri tiltakið, siga, at høv­ið verður eisini at seta spurningar og at kjak­ast um hesi evni.