Í Føroyum hava vit Føroya Sjómannadag í Klaksvík. Í Danmark hava tey dagin, tey rópa ?Fiskens Dag?, sum verður hildin ymsastaðni í Danmark Leygardagin 13. september hildu nógvir danir dagin, tey rópa ?Fiskens Dag?.
Sum skilst á heimasíðuni hjá Fiskeribladet, eru tað serliga fiskahandlarnir, sum eru teir mest aktivu á hesum degi við eitt nú smakkiroyndum, barnatiltøkum og ymiskum góðum tilboðum.
Hvide Sande er ein av býunum, har bæði fiskamarknaðurin, fiskiskip, stuttleikafiskimenn, virkir og lokalu fiskahandlarnir luttaka við ymiskum tiltøkum.
Danskir fiskahandlar velja henda dagin at seta fokus á heilsugóða fiskin - ikki bert á tann fysiska týdningin, hann hevur, men eisini sálarligu vælveruna við at fiska.
Myndamenn taka eisini myndir av fólki, sum teir biðja siga orðið ?fiiiisk?, og soleiðis eggja teir fólki til at gerast partur av eini stuttligari mynd.