Sif fer aftur til Íslands

Norðurlandahúsið skal hava nýggjan stjóra

Sif Gunnarsdóttir gevst sum stjóri í Norðurlandahúsinum 1. apríl. Hon flytur heim til Íslands, har hon skal vera skrivstovustjóri á mentadeildini hjá Reykjavíkar kommunu. Tað veit Kringvarpið at siga.

Sif Gunnarsdóttir var í 2012 áramálssett í fýra ár sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Í fjør fekk hon nýggjan fýra ára sáttmála, men hevur nú valt at siga seg úr starvi.

– Tað er við blandaðum kenslum. Eg eri glað og spent, men eg eri eisini kedd, at eg skal fara avstað, sigur Sif Gunnarsdóttir við Dag og Viku hja Kringvarpinum.

Søkjast skal nú eftir nýggjum stjóra til Norðurlandahúsið í Føroyum.