Í mong ár hevur danska verksmiðjan Vestas verið tann størsta vindmylluverksmiðjan, men nú hevur hon fingið harða kapping frá teirri týsk fyritøkuni Siemens Wind Power. Børsen skrivar, at á nýggjárinum hevði Siemens bíleggingar fyri 53 milliardir krónur, og at tað var tvær ferðir meiri, enn Vestas hevði.
Anders Nauen, sum er stjóri í Siemens Wind Power, sigur við blaðið, at fyritøkan hevur notið gott av, at móðufelagið, Siemens AG, fíggjar feløg, sum gera íløgur í vindorku.
Hann væntar, at hesin samstarvshátturin fer at fáa enn størri týdning í framtíðini.










