Síðsti G! dagurin byrjaður

Í dag er triði og síðsti dagur á ársins G! festivali, og fólk eru longu byrjað at koma oman í bygdina og víðari oman á sandin.

Tey, sum vóru á festivali í gjár, upplivdu eitt tað fagrasta summarveðri, sum hevur verið í summar. Í dag er eitt sindur kaldari, men tó turt og fínt føroyskt veður.

 

G! festivalurin byrjaði í dag longu klokkan 12, tá amerikanskir gospelsangir frá 50unum blivu spældir av Meinhardi Jensen – eisini kendur sum Áðrenn Elvis.

 

Í kvøld fer ársins høvuðsnavn á pall, amerikonsku Sister Sledge, sum eru kendast fyri heimshittið ”We are Family”.