Síðsta orðið er ikki sagt enn

Fiskimannafelagið fer í landsrættin við sínum fyrrverandi formanni

- Vit hava gjørt av at fara í landsrættin við Óla Jacobsen.

Tað staðfestir Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

Føroya Rættur er nú komin til ta niðurstøðu, at Fiskimannafelagið hevði ikki rætt til at taka pensjónina frá fyrrverandi formanninum, Óla Jacobsen.

Ímeðan Óli Jacobsen var formaður í Fiskimannafelagnum, gjørdi hann og nevndin ta avtalu, at tá ið hann fylti 67 ár, skuldi hann fáa eina hálva arbeiðsmannaløn í pensjón frá felagnum so leingi hann livdi.

 

Tað fekk Óli Jacobsen eisini í 2010, tá ið hann fylti 67. Men í apríl í 2013 steðgaði Fiskimannafelagið pensjónini, tí Óli skuldi havt verið óloyalur ímóti felagnum.

Men dómarin sigur, at tað hevði felagið ikki rætt til og tí skal Óli Jacobsen hava eftirløn frá Fiskimannafelagnum so leingi hann livir.

 

Eftirlønin er 9.760 krónur um mánaðin og tað skal felagið eisini rinda fyrrverandi formanninum við afturvirkandi kraft til apríl 2013.

Sostatt skal Fiskimannafelagið rinda Óla Jacobsen góðar 200.000 krónur, umframt 9.760 krónur um mánaðin alt lívið.

Harumframt skal felagið eisini rinda sakarmálskostnaðin hjá Óla Jacobsen, sum tilsamans er 86.900 krónur.

 

Les eisini: Høvdu ikki loyvi at taka pensjónina frá Óla

 

Men Fiskimannafelagið góðtekur ikki dómin.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at tað er avgjørt at fara í landsrættin við málinum og har vænta tey at málið var eina øðrvísi lagnu. 

- Nevndin í Fiskimannafelagnum er ikki samd í dóminum í Føroya Rætti og hevur tískil skotið málið inn fyri landsrættin sigur hann.

Hann er nøgdur við, at Føroya Rættur staðfestir, at Óli Jacobsen var sjálvur við á fundinum í Fiskimannafelagnum, har tað varð avtalað, at hann skuldi hava eftirlønina.

Tað var ímeðam Óli Jacobsen enn var formaður í felagnum, men Føroya Rættur staðfestir í sínari niðurstøðu, at í hesum máli var eingin ivi um, at Óli Jacobsen var ógegnigur og skuldi ikki havt verið við í viðgerðini.

Men Føroya Rættur heldur ikki, at hetta er nóg góð orsøk til at hann skuldi missa eftirlønina.

Hinvegin væntar Jan Højgaard, at Landsrætturin fer at meta hetta øðrvísi og at hann fer at lata tað koma Fiskimannafelagnum til góðar, at Óli Jacobsen var ógegnigur.

Tí væntar hann at fáa viðhald í Landsrættinum í, at Óli Jacobsen hevði ikki rætt til eftirløn.