Síðsta brakið á hesum sinni

Tann seinasti bólkurin á Frigg festivalinum var eingin annar enn Týr, ið endaði festivalin við einum rimmar braki. Hóast tað enn einaferð var farið at regna, var ein rúgva av fólkið úti, nú síðsti bólkurin fór á pallin. Lagið var sera gott, og tá ið Týr legði út við sínum kendu víkinga tónum, rungaði tað um allan Kongens Have.

Hóast veðrið ikki hevur verið av tí allar besta, má sigast at festivalurin hevur eydnast væl.

- Vit eru sera væl nøgd við festivalin í ár, og ætlanin er at endurtaka hann komandi ár, sigur Barbara Holm, ein av fyriskiparunum aftanfyri festivalin.

Nú er Frigg komið at enda, og vit á in.fo vilja takka fyri hesaferð.