Alt tað virðismikla savningararbeiðið, Robert Joensen gjørdi við støði í Klaksvík og Norðoyggjum, er nú endur útgivið í sjáldsama vakrari bók, sum varð løgd fram í Spaniastovu í kvøld, leygarkvøldið 14. november.
Talan er um ein dýrgrip av siðsøgu, sum Robert Joensen (føddur 28. august 1912, deyður 19. mai 1997) savnaði í síni tíð. Í eini tíð, har hildið varð, at tað hann savnaði bara tað sjálvsagda – tað, sum øll vistu.
Men sannast má, at við hollum savningararbeiði, góðum heimildum og livandi frásøgukynstri er ein umráðandi og virðilsmikil partur av siðsøgu okkara varðveittur, og hevur nú fingið nýggjan búnað við nýggjum myndum og tekningum – ein stór og snotilig bók – tung tímiliga og mentanarliga.
Spaniastova var ov lítil, tá ið
- Magna Thomassen bjóðar vælkomin í meir enn fullsettu Spaniastovu og segði frá savningararbeiðinum hjá faðir hennara, Robert Joensen.
- Felagssangur “Mær er kensla í barmi”, sum Alex Sólstein spældi undir
- Jonhard Mikkelsen, greiddi frá um Seyðabókina, siðsøga og seyðahald
- Rani Nolsøe, spældi og sang
- Nils Absalonsen - hugleiddi um seyð og seyðahald, málbrúk og heitir í sambandi við seyð.
Síðani varð boðið til ein breyðbita við føroyskum viðskera, har tað eisini bar til at keypa bókina og fáa hana signaraða.
Jonhard Mikkelsen takkaði hjartaliga fyri holla stuðulin, útgávan av bókini hevur fingið..
Sprotin skrivar á heimasíðu síni:
Samansetingin í bókini er teksturin hjá Robert Joensen saman við vandaliga úrvaldum myndum, sum tær flestu eru tiknar seinastu 4 árini. Her er einki spart. Myndatilfar og sniðgáva eru framúr. Bókin er í stórum broti, so myndirnar koma væl til sín rætt.
Ein triði táttur, sum er krøktur uppí, er, hvussu alt hetta gamla framvegis livir og stórtrívist millum okkum enn á døgum bara í nýggjari útgávu eftir nýggjum fortreytum og við nýggjari tøkni.
Robert prentaði sínar bøkur í 60árunum. Tað var øgiliga dýrt at prenta, og hann legði nógv fyri fíggjarliga, men nútíðin heldur lítið um prent, sum er hálva øld gamalt. Fólk krevja meira og vilja hava annað fyri eygunum.
Jonhard Mikkelsen hevur ritstjórnað bókina, og Sonja Kjølbro, grafikari, hevur givið bókini tað snið, hon hevur. Samstarvað hevur verið við fleiri góð myndatøkufólk so sum Absalon Hansen, sum sjálvur er seyðamaður, Bárð Lydersen, Eyðbjørn Jacobsen, Ólav Fredriksen og fleiri onnur umframt, at tilfar er fingið frá Forminnissøvnunum. Archibald Black hevur teknað frágreiðandi partar í bókini.
Fleiri myndir frá tiltakinum kunnu síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER