Sidr helst kravt fleiri túsund mannalív

Myndugleikarnir í Bangladesh bera ótta fyri, at tropiska ódnin Sidr hevur kravt nógv fleiri mannalív enn higartil hildið Ódnin elvdi til eina fleiri metrar høga flóðaldu, sum legði stór øki á láglendinum fram við strondini undir í sjógvi, og myndugleikarnir bera nú ótta fyri, at túsundtals fólk druknaðu í flóðalduni.

-Vit vænta at finna fleiri túsund lík teir næstu dagarnar, sigur talsmaðurin hjá teimum almennu vanlukkumyndugleikunum. Hann leggur afturat, at samskiftið er farið nógvastaðni, og tí hava myndugleikarnir heldur ikki naka fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu mong fólk hava fingið skaða.

Í morgun kunngjørdi innanríkisráðið í Dhaka, at higartil eru 667 fólk skrásett deyð, men lagt varð afturat, at talið veksur ella tíðina.