Sidney Lee leysur í REX

Í kvøld kemur størsta reality stjørnan í danska kongaríkinum, Sidney Lee, til Føroya, og verður hann leysur í REX í kvøld. Umsíðir fáa føroyingar høvi at hitta umstríddu realitystjørnuna, Sidney Lee, tá ið hann kemur til Føroya í kvøld.

 

Eftir ætlan skuldi Sidney Lee verða gestur í REX fyri nøkrum viku síðani, men eins og mong onnur varð hann øskufastur í Danmark, og mátti tí útseta túrin.

 

Men nú er hann so ávegis til Føroya, og verður í kvøld gestabarrvørður í REX.