Størsta reality stjørnan í danska kongaríkinum, Sidney Lee, verður leysur í Havnargøtum 16. og 17. apríl, har hann verður gestur í Hvonn Live og í REX. Hann telist millum tey fáu fólkini í heiminum, sum er vorðin landskend bara uppá sína persónligheit, og hann er typan, sum fólk elska at hata.
Ósmæðin hevur hann fer eftir fer víst síni vikulig skoriritualir á landsdekkandi sjónvarp, og tað er ikki av ongum, at hann verður róptur ?sjálvbrúni-krígsmaðurin?.
Eina mest er hann kendur frá realitysendirøðini ?Single liv?, har hann viku aftaná viku hevur víst donskum monnum, hvussu ein skal skora kvinnurnar.
Danska útgávan av Paris Hilton
Sidney Lee hevur sligið met í Danmark, fyri at hava luttikið í flestum sendirøðum í donskum sjónvarpi, allar sokallaðar reality-sendirøðir.
Hann sigur seg verða eitt ?miðlafenomen?, og er púra avgjørdur um, at hann er danska útgávan av Paris Hilton.
Hann er ógvuliga hugtikin av amerikanska málinum, og hansara danska mál er nógv merkt at amerikonskum ?slang-orðum?.
Miseydnað roynd sum pornostjørna
Fyri umleið einum ári síðani fekk danski slaturmiðilin Se og Hør fatur á pornomyndum við realitystjørnuni. Hann hevði eftir øllum at døma eisini roynt seg í pornoídnaðinum, men væntandi góðska á filminum varð orsøkin til, at tað ikki eydnaðist honum at gerast tað stóra nýggja navnið innan hendan heimin.
Við Se og Hør segði danski pornoinstruktørurin Allan Andersen, at Sidney Lee dugdi ikki til pornoheimin, og tí bleiv tað bara ein upptøka gjørd við honum.
Leysur í Føroyum
Tey flestu mugu vita, hvat realitystjørnan tekst við í vikuskiftunum í Keypmannahavn, og spennandi verður at síggja, hvat sjálvbrúni-krígsmaðurin finnur uppá, tá ið hann verður leysur á Havnargøtum 16. og 17. apríl.
Við vissu kann so staðfestast, at Sidney Lee verður gestabarrvørður í REX fríggjakvøldið 16. apríl, og leygarkvøldið 17. apríl verður hann gestur í sendingini hjá Rás2, Hvonn Live.