-Skalt tú ikki skjótt gera okkurt annað enn realitysjónvarp, Sidney? Spyr ein av gestunum í 4 Stjernes Middag hjá DR1, har Sidney Lee luttók. Tað helt hann ikki.
- Eg livi av at vera kendur, sigur Sidney Lee, tá hann hevur tríggjar gestir á vitjan til døgurða.
Hann verður spurdur, um hann ikki skjótt heldur, at nú kann hann ikki geva danska reality-heiminum meira, men tað heldur hann ikki.
- Mítt lív sum kendur persónur fer ikki at enda, sigur hann.
- Um eg ikki longur eri í sjónvarpinum til eitt víst og eri kendur, so er tað tí, at eg sjálvur ikki vil, sigur danska realitystjørnan.
Hann heldur, at hann endurnýggjar seg sjálvan allatíð og fylgir >>tidens trends<<.
- Um Paris Hilton kann, so kann eg eisini, endar Sidney Lee.