Bólkurin Side Effect, sum síðan byrjan hevur hildið seg til elektroniska tónleikapallin, har hørð beats og orka seta dagsskránna, verður við á Jóansøkufestivalinum. Side Effect varð stovnaður í 1999 og fevndi tá bert um Brynjolf á Heygum. Bólkurin hevur síðan fingið tríggjar limir afturat: Rúna Christiansen á gittar, Ludvík Breckman á rødd og Svein Gaard Olsen á trummum.
Side Effect hevur fyrr spælt á uttandurða konsert á Jóansøku, hetta var á Jóansøku í Vági í 2002. Framførslan tá boðaði frá góðsku úr enda í annan. Side Effect kom eisini við einari tiltrongdari nýskapan í føroyskum tónleiki, tá bólkurin gav út fyrstu fløguna í 2006.
Side Effect arbeiðir í løtuni við nýggjari fløgu, sum eftir ætlan kemur út í heyst. Helst verður nýggi tónleikurin at hoyra á Jóansøkufestivalinum, og meðan bíðað verður, ber til at hoyra teirra tónleik á Myspace.com/fosideeffect, skrivar heimasíðan hjá Jóansøkufestivalinum.









