Fløguútgáva
Fríggjakvøldið á Asfalt skilti breiða fjøldin í Føroyum endiliga, tað ið nøkur hava vitað í fleiri ár, at Side Effect er ein framúrskarandi konsertbólkur, ið kann fáa alt upp á kók, og mánadagin varð konsert gjøgnumbrotið fylgt upp við eini fløgu útgávu.
Fløgan Side Effect hevur 8 heimagjørd løg: Smiling Mask, Kaos!, Qnt, Burn, Fake Orgasm, Listen 2 My Sound, KillKill, No Way Back og eitt goymt lánilag Murder One hjá MC-Hár. Tónleikin hevur <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Brynjolfur á Heygum"$?$end$!$Brynjolfur á Heygum</st1:PersonName$?$end$!$ skrivað, meðan Ludvík Breckmann eigur orðini. <BR>
Fløgan er innspæld lutvíst í Føroyum og Danmark av Side Effect, ið eru Ludvík Breckmann, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Brynjolfur á Heygum"$?$end$!$Brynjolfur á Heygum</st1:PersonName$?$end$!$ og Rúni Christiansen. Tað er <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Brynjolfur á Heygum"$?$end$!$Brynjolfur á Heygum</st1:PersonName$?$end$!$, ið sjálvur hevur ljóðblandað fløguna, ið verður útgivin av TUTL. <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Hei?rikur á Heygum"$?$end$!$Heiðrikur á Heygum</st1:PersonName$?$end$!$ hevur gjørt húsan í samstarvi við Side Effect.<BR>
Tað ljóðaði longu í fjør summar, at hendan fløga var liðugt innspæld, og nógv graml hevur verið frammi um, at okkurt útlendskt plátufelag hevði áhuga í Side Effect, men tað gjørdist, at enda TUTL, ið fekk møguleikan at geva hesa fløgu út, ið kann gerast ein varði í føroyskari tónleikasøgu.