Útgávan er at meta sum nakað spildurnýtt í føroyskari tónleikasøgu. Hetta er helst fyrsta industrialrokk, tekno, elektronika (velji eg at rópa tað) fløgan, ið er komin út her á landi, og er hetta gleðiligt. Sostatt er fløgan rættiliga slóðbrótandi í kraft av hesum serliga tónleikaslagið. Bólkurin er mannaður av trimum ungum tónleikarum. Rúni Christiansen, gittar, Ludvík Breckmann, sang, Brynjolfur á Heygum, ljómborð og forritan.
Útgávan er uppkallað eftir bólkinum. Sostatt eitur hon Side Effect. Húsin er snotiligur, og tann fríski liturin kann eisini tykjast sum ein ábending um nakað nýtt og frískt í tónleikinum. Og jú, tónleikurin er nakað heilt annað enn tað, ið vit eru von við her heima. Talan er um títtan, pumpandi tónleik, sum helst er gull verdur á einum dansigólvi ella á eini konsert.
Hart og kontant
Tónleikurin á fløguni harður og kontantur. Har er næstan alla tíð nógv ferð á tí elektroniska pulsinum, og tín fótur verður tvungin at sveiggja afturvið teimum rennandi tónunum. Har hendir nógv í ljóðmyndini. Har eru nógv riffog nógvur gangur.
Ljóðið á fløguni er sera reint og kalt. Hetta kemst av tí, at tað fyrst og fremst eru digital ljóðføri fremst í ljóðmyndini. Myndin verður sostatt litað av einum rættiliga kliniskum ljóðið, sum eisini er við til at gera tónleikin øðrvísi, í føroyskum høpi.
Men tónleikurin er eisini sera eintáttaður, haldi eg. Eg havi lurta eftir fløguni einar 5, 6 ferðir, men tey flestu løgini perla bara av mær. Kanska eri eg seinur, kanska eri eg ov líkaglaður, men tónleikurin fangar meg ikki heilt. Eg minnist næstan onki niðurlag, og hetta sigur eitt sindur um tónleikin (ella um meg). Tó eri onkur løg á fløguni, sum mær dámar heilt væl. Men eg haldi at mær dámar tey, fyri tað nýggja, fríska og ikki so nógv fyri tað tónlistarliga innihaldi.
Pluss og minus
Tað er feitt at hoyra Brynjolf folda seg út á fløguni. Hansara ljómborðspæl er heilt spennandi, og ágangandi, og hetta er eitt avgjørt pluss fyri fløguna. Rúni stendur seg eisini rættiliga væl, men er ikki serliga sjónligur í ljóðmyndini. Hetta er spell, tí at tú hómar nógv góð hugskot í hansara spæli.
Ludvik er ein øðrvísi sangari, enn teir sum vit vanliga hoyra her heima. Heldur enn at arbeiða við melodium, velur hann fyri tað mesta at rappa við eini ágangandi og myrkari rødd. Alt gott um tað.
Men hansara vokalu framførslur eru ikki nóg sannførandi. Fyri mær ljóðar tað sum um hann bara hevur eitt gear at syngja í, og hetta telur niður í heildarmyndini. Ikki tí, tað noyðist ikki vera negativt at bara nýta eitt gear, men so má tað gerast sera sannførandi. Um hann kundi arbeitt meiri við síni rødd; kanska nýtt eina meira dynamiska tilgongd til sangin, hevði hetta kunna lyft løgini kilometrar longur upp. Tá ið hann syngur á sama hátt alla tíðina, so er neyðugt at gera eyka nógv burturúr tulkingini, fyri líkasum at halda tónleikin áhugaverdan. Og tað skal eisini verða sagt, at hann rakar onkrar feitar og góðar tulkingar á fløguni. Onkuntíð rakar hann eina ráa, ógvisliga tulking av síni framførslu, sum lýsir ein persón, sum tú helst ikki vil hitta seint á nátt. Eitt nú í lagnum QNT meti eg, at Ludvik hevur sína feitastu framførslu á fløguni. Her hevur Ludvik eina ráa og ópoleraða framførslu í lagnum, sum einsamøll ber lagnum uppi.
Men á fløguni eru eisini framførslur, har hann rakar eina fullkomiliga onkisigandi tulking. Eitt nú í lagnum Kaos, haldi eg at hansara partur liggur eftir.
Tað tykist sum um limirnir í Side Effect vilja hava eina harða mynd fram. Hetta verður eisini staðfest í tekstunum. Tekstirnir snúgva seg um nógv ymisk viðurskifti ball, anoreksisk fotomodell, at verða góð við hvønn annan, sex o.s.fr. Eisini er eisini høvi at syngja um, at Side Effect eru feitir, og at bólkurin er komin fyri at vera. Sostatt er onki greitt fokus í tí tekstliga partinum. Eisini haldi eg, at rímini eru svingandi í dygd. Vit hoyra heilt nógvar kliché´ir, men hetta er kanska innanfyri spælireglurnar í hesum tónleikaslagið?
Barnasjúkur
Hetta er fyrsta útgávan hjá Side Effect. Bólkurin gongur eini bjartari framtíð í møti, og mær er fortalt, at útlendskur áhugi er fyri bólkinum og tónleikarum í Side Effect. Men hóast hetta, so haldi eg, at har er ymiskt, sum má gerast betri í framtíðini. Sum sagt, so er hetta ikki tónleikur, sum vit vanliga hoyra í Føroyum. Men fyri at gera eina haldgóða fløgu, er ikki nokk at fylla hana við øðrvísi ljóðið og tónleiki. Vit skulu heiðra Side Effect fyri at vera nýskapandi (í føroyskum høpi), men tónleikurin er ikki nóg sannførandi. Løgini eru ikki nógv annað enn pumpandi óljóð, sum allarhelst eru framúr á einum dansigólvi. Men tá eg lurti eftir tónleikinum, er tað bara ein fløt kensla, sum rakar meg. Har er ongin verulig saft í tónleikinum. Óviðkomandi, popp-smartir tekstir um fotomodell o.s.fr. siga mær onki, og er hetta spell fyri heildarmyndina í tónleikinum. Tekstirnir eru eisini á tremur við banalum rímum, sum eisini telja niður. Men tá tað er sagt, so er hetta allarhelst ein partur av spælireglunum í hesum slagið av tónleiki. Tað skal ljóðað hart og smart, og um hetta er endamálið, so kann man siga at endamálið er rokkið.
...All the kids gone out tonight wanna drink and wanna fight if you don´t wanna see the light you will surely loose your sight... QNT Side Effect
...Vit spæla alla nátt til tit okkum skilja vit spæla meir enn gott og tað sum vit vilja bassurin ljóðar sum ein stungin hundur lagið ljóðar sum eitt feitt undur... Kaos Side Effect