Síðandi jólamenn

Tá jólatræið í Vági herfyri varð tendrað, komu jólamenn síðandi niður eftir bergvegginum.

Kring landið er vanligt, at jólatrø verða tendrað í bygd og bý í hesum døgum.

 

Tá koma jólamenn at vitja, og at heilsa uppá og geva børnum eitthvørt. Og alt meira vanligt er tað, at hugflogið fær víðar ræsur, tá umræður komu teirra. 

 

Summir koma í bili, ofta reyðum sløkkiliðsbilum, og aðrir við skipi.

 

Tá jólatræið í Vági herfyri varð tendrað, komu hjálparar hjá jólamonnunum í bili hjá sløkkiliðnum, men jólamenninir báðir valdi eina meira dramatiska komu.

 

Knappliga varð bjart ljós varpað á bergveggin omanfyri økið við minnisvarðan, har jólatræið stendur, og har sást, at jólamenninir komu síðandi niður.

 

Tað tók teimum eina løtu at fáa fast undir føti, men alt spældi væl av, og bæði hjálparar, og ikki minst mongu børnini, vóru glað at síggja jólamenninar, sum síðani heilsaðu børnunum og góvu teimum pakkar.

 

Á myndini síggjast jólamenninir koma síðandi eftir bergvegginum.