Eitt ár gekk frá tí, at SIC sendu ein teldupost til Ameriku, áðrenn Lena Andersen tilvildarliga boðaði bólkinum frá, at teir eru í uppskoti til virðisløn. Í gjár visti planet at siga, at føroyski bólkurin SIC var tilnevndur besti heavy metal bólkur, av óhefta tónleikafelagsskapinum Just Plain Folks úr Nashville.
Fyri okkurt um einum ári síðani sendi SIC ein teldupost til tónleikafelagsskapin, har ein leinkjan til teirra myspace síðu var hjáløgd. Á myspacesíðuni eru ymisk løg og videoupptøkur hjá SIC at finna, og var hetta eftir øllum at døma nóg mikið til at leggja SIC framum 46.000 aðrar tónleikabólkar.
Hetta er ikki ein smávegis heiður, tí yvir 500.000 løg frá 46.000 bólkum vóru í uppskoti til heiðurslønirnar frá Just Plain Folks.
-Vit kunnu fáa gagn av hesari tilnevning í framtíðini, tá ið vit skulu senda okkara cv til bookinfeløg og eg haldi veruliga, tað er ein heiður at verða valdir framum 46.000 aðrir bólkar, sigur Eddie Jacobsen, gittarleikari í SIC.
Frættu tíðindini í býnum
Long tíð er liðin síðani SIC menninir sendi sín teldupost til tónleikafelagsskapin, og sum verða man í hesum døgum, hava teir nú skift teldupostadressu, og fingu tískil ikki boðini um tilnevningina.
-Vit møtti Lenu Andersen í býnum, og hon segði okkum, at vit vóru tilnevndir, sigur Eddie Jacobsen.
Umsíðir hava teir havt samband við tónleikafelaggskapin, og eru bodnir til Nashville, har eitt stórt tiltak verður í samband við virðislønarhandaninar.
-Tað kostar okkum nógv at fara til Nashville, men um vit verða bodnir at framføra til tiltakið, so fara vit avgjørt avstað, sigur Eddie Jacobsen.










