Sic við nýggjari manning og nýggjari heimasíðu

Tungmálmsbólkurin yvir allar føroyskar tungmálmsbólkar, Sic, hevur fingið heimasíðu. Á bústaðnum www.entersic.com liggur nýggja heimið á netinum hjá tungasta málmsbólkinum í Føroyum

Sic vóru eitt av teimum nógvu jaligu upplivingunum í Prix Føroyum í ár. Bólkurin fekk við sínum orkumikla tónleiki allan salin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði at kóka, og sjálvt um teir ikki komu víðari í einum hørðum umfari, høvdu teir sligið navnið Sic fæst.

Bólkurin hevur síðan prixið skift út í manningini. Teir skriva á heimasíðuni, at síðan teir byrjaðu í 2002 til februar í ár, hendi líti og einki annað enn nakrar konsertir. Eingin dokumentatión liggur eftir frá hesum árunum. Teir siga víðari, at tað var ikki fyrr enn í februar, at Sic fekk manningina, sum bólkurin hevur uppiborðið.

Sangarin Mikkjal G. Hansen og gittarleikarin Eddie Jakobsen eru enn í bólkinum. Farnir eru bassleikarin Meinhard og trummuleikarin Kári, og ístaðin eru tríggir mans komnir, Frans Galán á gittar og sang, Magnus Hansen á trummum og sang og Gudmar Hansen á bass.

Hetta eru spennandi avloysarar, Frans er kendur úr nógvum av bólkunum á Margarinfabrikki í Havn eitt nú 48 pages og Fólkayvirlitið. Magnus spælir trummir í Makrel, og hevur fyrr sungið í Diatribes. Gudmar Hansen hevur sambært entersic.com eisini spælt í ymiskum bólkum, tó ikki nøkrum, sum hava veruliga sligið í gjøgnum.

Heimasíðan er annars pen og fitt, men har er ikki nógv tilfar enn, okkurt lítið tónleikabrot er, og nakrar heilt fáar myndir, men mest stuttligi parturin er vangamyndirnar av limunum.