SIC í uppskoti til virðisløn

Føroyski rockbólkurin SIC er í uppskoti til virðisløn hjá Just Plain Folks, har eisini Lena Anderssen er tilnevnd

Tónleikur

Eyðun Klakstein

Eydun@ras2.fo


Tvey føroysk tónleikanøvn eru í uppskoti til virðislønir hjá felagsskapinum Just Plain Folks, sum er heimsins størsti óhefti tónleikafelagsskapur. Lena Anderssen er tilnevnd til virðislønina sum besti kvinnuligi singer/songwrier.


Og rockbólkurin SIC er í uppskoti til virðislønina fyri Death Metal tónleik.


Sambært fyrireikarunum, so hava heilar 42.000 fløgur og 560.000 løg verið í uppskoti, áðrenn komið er fram til tilnevningarnar.


Heiðurstiltakið verður hildið í Nashville í USA 29. august