Sic skal umboða Føroyar

Tað verður tungmálmsbólkurin Sic, ið skal umboða Føroyar á stóra Wacken Festival í Týsklandi seinni í ár.

 

Sjónleikarahúsið var í gjárkvøldið karmur um kappingina Wacken Metal Battle Føroyar, har átta føroyskir tungmálmsbólkar framførdu.

 

Tá avtornaði, bleiv tað bólkurin Sic, ið gjørdist vinnari av kappingini. Vinnandi bólkurin skal í summar til Týsklands sum føroyskt umboð at kappast um ein plátusáttmála frá Nuclear Blast Records.

 

Wacken Metal Battle Føroyar er ein talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstur og útstráling á palli.

 

Hugtakið Metal Battle hevur sín uppruna í heimskenda Wacken festivalinum í Týsklandi og fevnir umleið 30 lond. Mannagongdin er tann, at bólkar luttaka í einari kapping í heimlandinum, vinnarin fær so møguleika at enda á palli á sjálvum Wacken festivalinum, ið plagar at vera um summarið. Á festivalinum verður eitt finaluumfar, og besti bólkurin vinnur ein plátusáttmála frá týska risa plátufelagnum Nuclear Blast Records.

 

Í fjør var tað bólkurin Hamferð, ið var føroyskt umboð á stóra festivalinum í Týsklandi. Hamferð kláraði seg so mikið væl, at bólkurin vann kappingina.

 

 

 

(Mynd: Eija Mäkivuoti)