Sum partur av útgávukonsertini hjá SIC í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, verður høvi at síggja eina digitala myndarøð av úrvaldum myndum, sum finski fotografurin Eija Mäkivuoti hevur tikið og sett saman júst til hesa konsertina. Eija kom til Føroya fyri fyrstu ferð í apríl 2008 í arbeiðsørindum sum umboð fyri norðurlendska grunnin Kulturkontakt Nord. Á hesi vitjan fekk hon veruligan alsk til oyggjarnar og eftirsum hon eisini er ein heavy- og trash metal fjeppari av rang, ynskti hon at kunna seg um, hvat Føroyar høvdu at bjóða innan hetta tónleikaslagið.
Hon fekk serligan tokka til bólkin SIC umvegis teirra fløgu Pandemonium, sum var komin út í 2007. Spakuliga byrjaði hugskotið at sameina Føroyar, SIC og fotolist at taka skap, og nú góð tvey ár eftir, at Eija fyri fyrstu ferð vitjaði oyggjarnar er hon nú komin aftur, fyri at sýna fram úrslitið av hennara tíð saman við
SIC við myndum bæði úr Føroyum til stórar live framførslir og myndum tiknar heima hjá tónleikarunum í SIC. Eisini hevur Eija verið við á konsertferðini, ið SIC gjørdi í Evropa í 2009, eins og hon var við í studio í Danmark, tá ið nýggja fløgan ?Fighthers they bleed? var innspæld fyrr í ár.
Myndirnar verða vístar saman við teksti og ljóði á stórum sjónvarpsskermi í Dansistovuni í steðginum millum framførslurnar hjá Hatespeech og SIC.