Viðurkendi finski listafotografurin Eija Mäkivuoti hevur fylgt SIC í meira enn tvey ár og tikið myndir av teimum allastaðni, har teir hava ferðast. Eija Mäkivuoti tekur myndir av tónleika- og framførslulist, tað vil siga live konsertum, tiltøkum og festivalum, og er freelanse fotografur fyri eitt nú finskametalblaðið Inferno og netblaðið Noise.fi.
Verkætlanin ?SIC: Fighters They Bleed? stendur av myndum, teksti og ljóði og verður víst á stórskíggja í Sirkus í annaðkvøld kl. 21.00. Eija lovar eisini at vísa eitt sindur av bonus tilfari, sum hon ikki hevur víst alment fyrr.