SIC á rundferð kring Evropa

Norra, Danmark, Týskland og Stóra Bretland eru ímillum londini, ið føroyski heavy metal bólkurin SIC fer at vitja komandi mánaðirnar. Føroyski heavy metal bólkurin SIC, fer í næstum á rundferð kring Evropa, og framførslurnar eru yvir fimti í tali.

Byrja verður við fyrstu framførsluni í Bergen 19. februar, og í Norra endað menninir við einari framførslu í Oslo 28. februar.

Mars mánaðin er leysur av framførslum, tí tá er ætlanin, at tónleikararnir skulu skriva nýggjastu løgini liðug, ið eftir ætlan kom á fløgu seinni í árinum.

1. apríl gongur leiðin til Týsklands, har SIC millum annað skal framføra saman við væl umtókta bólkinum Hatesphere.

- Hatesphere hevur vanliga umleið 1000 áhoyrarar til hvørja konsert, og tískil er tað ein stórur møguleiki fyri okkum at koma víða um, sigur Eddie Jacobsen, guitaristur í SIC.

Í mai mánaði gongur leiðin so til Stóra Bretlands, har SIC skal framføra sum høvuðsnavn saman við trimum øðrum bólkum.

 

Summari verður í Føroyum

Eftir umfatandi rundferðina hjá SIC gongur leiðin aftur til klettarnar, og bólkurin hevur ætlanir um at framføra til ymsar av teimum føroysku ferstivalunum.

-Vit skulu framføra á G! Festivalinum og Festivalinum Við Múrin. Vit hava nógvar aðrar fyrispurningar, men enn eru aðrar framførslur ikki komnar í rætt lag, sigur Eddie.

 

Les meira um rundferðina hjá SIC í Sosialinum í morgin.