Asfalt endaði hart og ógvislig, tá SIC fór á pall í Tórsgøtu. Teir spældu ótrúliga væl og rockaðu á pallinum. Fjøldin, ið var komin at lurta eftir teimum, rockaði. Tey allar flestu vóru við uppá tað, og tey dansaðu, hoppaðu og gjørdu tað tey nú kundu finna uppá. Sic høvdu eina av sínum avbera góðu framførslum, og tað var eitt kul konsertupplivilsi og ein góður endi á Asfalt.
Elin Maria Ó. Olsen










