SIC spælir saman við Tinitus í TB-Húsinum í Suðri tann 13. desembur. Hettar verður ein av fáu konsertunum SIC spælir í Føroyum, áðrenn bólkurin fer á sína Evropa rundferð tíðliga í 2009. SIC fer at framføra nøkur nýggj løg frá tí komandi fløguni, sum bólkurin arbeiðir við.
Tað eri næstan 2 ár síðani SIC oysti sína orku út yvir suðringar og SIC garantera, at fólk fáa ein múr av buldrandi-oyra-bløðandi málmi blakað yvir seg!!!!!
Møtið fjølment, møtið til tíðina, tiltakið byrjar kl 22 stundisliga siga fyrireikararnir!